Florida
From Wikipedia, the free encyclopedia
Florida er ein lutstatur í Sameindu Statunum við 19,893,297 íbúgvum (2015). Høvuðsstaðurin er Tallahassee. Størsti býur er Jacksonville, síðan er tað Miami. Í norðri hevur Florida mark við Georgia og Alabama. Í eystri er Atlantshavið og í vestri Meksikoflógva. Eyknevni er Sólskinstaturin (enskt: The Sunshine State).
Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Tallahassee |
Størsti býur: | Jacksonville |
Innlimað: | 3. mars 1845 |
Guvernørur: | Ron DeSantis (R) |
Vídd: | 170,304 km² |
Íbúgvar (2015): | 19 893 297 |
fyri km²: | 117.3/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5/-4 |
Heimasíða: | www.myflorida.com |
Lat aftur
Á einum nesi har, sum nú nevnist Cape Canaveral (fyrr Cape Cape Kennedy), er tann gitna rakettstøðin, sum rúmdarfør verða skotin upp frá. Hátøkniliga eru fá lond fremri enn Florida, serliga í rúmdarkanningum. Florida Keys er eitt væl dámt strandarøki á suðurendanum á Florida.