Germansk mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Germansku málini eru ein grein av indo-evropeisku málfamiljuni. Størstu germansku málini eru enskt og týskt, sum eru móðurmál hjá umleið 340 og 120 miliónum fólkum ávíkavist. Onnur týdningarmikil mál umfata lágtýsk mál, herundir niðurlendskt, og skandinavisk málini danskt, norskt og svenskt
Indo-evropeiskt |
---|
Indo-evropeisk mál |
Albanskt | Anatolisk Armensk | Balto-slavisk | Keltisk Germansk | Grikskt | Indo-iransk Italsk | Tokarsk |
Frum-indo-evropeiskt |
Mál | Samfelag | Trúgv Kurgiskt | Jamna | Stríðsøksamentan |
Indo-evropeisk gransking |
SIL-Tjóðlívsfrøðin hevur yvirlit yvir 53 ymisk germansk mál og málføri.
Teirra felags forfaðir er Felags germanskt, helst talað í miða 1. ártúsundi f.Kr. í Jarnaldarevropa. Felags germanskt og allir tess eftirkomarar eru eyðkend av fleiri serligum málfrøðiligum sereyðkennum. Mest kenda er hjáljóðabroytingin kend sum Grimms lóg. Fyrstu germansku málførini koma inn í søguna við germanskum ættbólkum, ið seta seg niður í norðara Evropa fram við markið við Rómverska ríkið frá 2. øld.