Hebraiskt mál
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hebraiskt (hebraiskt עִבְרִית Ivrit) er eitt Semitiskt mál úr Afro-Asiatisku málættini. Mentanarliga er tað mett at vera "málið hjá jødunum", men onnur jødisk mál, so sum Jiddisj og Ladino finnast í jødisku diasporuni, og hebraiska málið verður eisini nýtt av ikki-jødum, so sum samáriabúgvum. Hebraiskt er móðurmál hjá góðum 6 500 000 fólkum, harav um 5 300 000 í Ísrael og um 200 000 í USA. Ikki beinleiðis eftirkomari eftir klassiskum hebraiskum ella bíbliuhebraiskum. Meginparturin av Gamla Testamenti er skrivaður á klassiskum hebraiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá jødum og samáriabúgvum.
Skjót fakta Hebraiskt (עברית Ivrit), Málkotur ...
Hebraiskt (עברית Ivrit) | ||
---|---|---|
Tosað í: | Sum móðurmál í Ísrael (5.300.000) (2009), sum nr. tvey mál í : Palestina (500.000.-1.000.000), USA (200.000), (Átrúnaðarligt mál hjá jødum kring alla verøld). | |
Tosandi íalt: | uml. 9.000.000 (2009) Útdeytt sum talumál í 4. øld, afturlívgað í 1880'unum | |
Málætt: | Afro-Asiatiskt semitiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | he | |
ISO 639-2: | heb | |
ISO 639-3: | heb
. |
Lat aftur