James Cook
From Wikipedia, the free encyclopedia
James Cook (f. 7. november 1728 í Yorkshire í Ongland, d. 14. februar 1779 í Kealakekua í Hawai'i) gjørdist kendur, tá ið hann kortlegði stórar partar av Kanada í Sjeyárabardaganum (1756-1763). Bæði í Kanada og í Kyrrahavi teknaði hann nágreiniligari enn nakar annar undan honum. Hann kom til stórar partar av Polynesia, granskaði Suðuríshavið, sigldi kring Nýsæland, kortlegði eysturstrondina við Avstralia og savnaði nógv vísindaligt tilfar. Vísindamenn og listamenn, sum vóru við honum, eygleiddu og festu á blað alla atkomiliga vitan um dýr, fólk og londini, teir vitjaðu. Árini 1768-1779 varð Cook høvuðsmaður fyri teimum rannsóknarferðum í Kyrrahavi og útvegaði evropearum størri vitan um Kyrrahavsoyggjar og Avstralia, enn nakar maður hevði gjørt. Hann var frálíkur sjómaður, rannsóknarfari og oddamaður. Hann var strangur, men virdur maður, og bjargaði heilsuni á monnum sínum, tí at hann legði stóran dent á, at teir fingu rættan kost og vóru reinførir. Hann legði sær altíð nær at fáa gott vinalag við teir polynesarar, hann vitjaði. Allir, sum vóru við á ferðum Cooks, fingu stóra virðing fyri honum, og vórðu honum trúfastir.