Led Zeppelin
From Wikipedia, the free encyclopedia
Led Zeppelin var ein enskur rock og blues tónleikabólkur, sum var virkin frá 1969 til 1980. Bólkurin byrjaði sum The New Yardbirds í 1968. Jimmy Page, ið hevði spælt gittara í The Yardbirds, heitti á John Paul Jones, sum hann kendi úr studio-tónleikara umhvørvinum í London, at koma við sær í nýggja bólkin. Aftrat sær fingu teir sangaran Robert Plant og trummusláaran John Bonham. Eftir at hava spælt nakrar ferðir undir navninum The New Yardbirds, fóru teir at kalla seg Led Zeppelin.