Poul Nyrup Rasmussen
From Wikipedia, the free encyclopedia
Poul Oluf Nyrup Rasmussen (føddur 15. juni 1943 í Esbjerg) er danskur politikari. Hann var forsætisráðharri í Danmark í tíðarskeiðnum 25. januar 1993 til 27. november 2001. Hann varð limur í Europa-Parlamentinum í tíðarskeiðnum 2004-09. Hann var formaður fyri danska Javnaðarflokkin (Socialdemokratiet) 1992 - 2002. Áðrenn tað var hann næstformaður fyri flokkin 1987 - 2002. Poul Nyrup varð útbúgvin Cand.polit frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn (Københavns Universitet) í 1971. Hann var fólkatingslimur fyri Sosialdemokratarnir umboðandi valdømið Ringkøbings Amtskreds frá 10. mai 1988 til 2004.
Skjót fakta er eitt, Fødd(ur) ...
Poul Nyrup Rasmussen | |
---|---|
| |
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 15. jun 1943 í/á Esbjerg kommuna |
Alma mater | Københavns Universitet |
Starv | politikari, búskaparfrøðingur |
Politiskur flokkur | Socialdemokraterne |
Trúgv | Lutheranisma |
Mál | Danskt mál |
Heimasíða | http://www.nyrup.dk/nyrup/forside.asp?MIId=74 |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000 0001 2135 2556 |
VIAF | 59397767 |
LCAuth | n98054806 |
IMDB | nm1306289 |
Commons | Poul Nyrup Rasmussen |
Lat aftur