Suðurafrika
From Wikipedia, the free encyclopedia
Tjóðveldið Suðurafrika (afrikaans: Republiek van Suid-Afrika, enskt: Republic of South Africa, v.f.) er stórt land í syðra Afrika við umleið 48 mió. íbúgvar. Í Suðurafrika eru tríggir høvuðsstaðir: ríkisfyrisitingin er í Pretoria, dómstólarnir í Bloemfontein og tingið í Høvdastaði. Í norðri hevur Suðurafrika mark við Namibia, Botsvana og Simbabvi, í eystri við Svasiland og Mosambik, og í suðri og vestri við Atlantshav og Indiahav. Kongsveldið Lesoto liggur inni í landinum. Miðallívsævin í landinum er 48.89 ár. Johannesburg er størsti býur í Suðurafrika. Í Johannesburg og økinum rundanum búgva 9 mió. fólk. Suðurafrika er tað landið í heiminum, ið høggur mest gull. Landið er eisini eitt av ríkastu londum í Afrika.
| |||
Tjóðarslagorð: !ke e: ǀxarra ǁke | |||
Tjóðsangur: National Anthem of South Africa | |||
Alment mál | Afrikaans, Enskt og 9 afrikonsk mál | ||
Høvuðsstaður | Pretoria, Cape Town og Bloemfontein | ||
Forseti | Cyril Ramaphosa | ||
Varaforseti | David Mabuza | ||
Fullveldi | 31. mai 1910 (frá Stóra Bretland) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1,221,037 km² 0,38 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
48 810 427 41,4/km² | ||
Gjaldoyra | Rand (ZAR) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .za | ||
Telefonkota | +27 | ||