Van Gogh Savnið
From Wikipedia, the free encyclopedia
Van Gogh Savnið (niðurlendskt: Van Gogh Museum) er eitt savn í Amsterdam við listarverkum eftir kenda listamannin Vincent van Gogh og øðrum listafólkum frá samtíð hansara. Savnið læt upp í 1973 og hevur tað størsta savnið í heiminum við Van Gogh málningum og tekningum. Í 2012 vitjaðu 1.438.000 fólk savnið, og tað ger savnið til mest vitjaða savnið í Niðurlondum og 30. mest vitjaða listasavnið í heiminum. Savnið liggur í býarpartinum Amsterdam-Zuid (Suður) nærindis Stedelijk Museum, Rijksmuseum og Concertgebouw.[1]