Veðurlagsbroytingar
From Wikipedia, the free encyclopedia
Veðurlagsbroytingar (ella umhvørvisbroytingar) og árin teirra á menniskju og náttúru fevna um eitt ógvuliga breitt øki, og vísindafólk innan nógv ymisk fakøki mugu til fyri at lýsa spurningin í síni heild. Vísindalig úrslit um hesi viðurskifti verða tí kunngjørd í nógvum ymiskum vísindaligum tíðarritum, og nógvar vísindaligar greinir um evnið koma hvørt ár. Ymsar stjórnir og felagsskapir hava tí sett bólkar av serfrøðingum innan ymisk øki til saman at gera niðurstøður um verandi veðurlag, komandi broytingar og teirra avleiðingar.
Ein frágreiðing frá ST staðfestir, at broytingarnar í veðurlagnum verða munandi øktar frá dálking, skapt av menniskjum[1]. Samanumtikið eru serfrøðingar í ógvuliga stóran mun samdir um, at mannaelvdar veðurlagsbroytingar longu eru farnar í gongd, og at tær fara at versna tey komandi 100 árini og eftir tað alt eftir, hvussu stórt útlátið av CO2 og øðrum skaðiligum evnum verður. Tað ber ikki til at forða fyri komandi veðurlagsbroytingum, tí tað útlátið av CO2, sum longu hevur verið, fer at broyta veðurlagið í langa tíð enn. Men tey tiltøk, heimurin ger tey næstu 10-20 árini fyri at minka um útlátið av CO2, eru avgerandi fyri, hvussu veðurlagið verður í endanum á hesi øldini.