Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo
From Wikipedia, the free encyclopedia
Yvirgangsálopið móti redaktiónini á franska tíðarritinum Charlie Hebdo fór fram á middegi hin 7. januar 2015 í Paris, tá ið tveir maskeraðir og vápnaðir menn tvingaðu eina kvinnu til at tasta kotuna ið læt úthurðina til bygningin upp, og so fóru teir inn í hølini hjá Charlie Hebdo, har teir skutu eftir teimum í vóru inni. 12 fólk doyðu og 11 vóru særd. Millum tey deyðu vóru fleiri av teknarunum á blaðnum og ábyrgdarhavandi blaðstjórin. Tveir løgreglumenn vóru eisini millum tey myrðu, annar var lívverji hjá Carb (ábygdarblaðsjóranum), meðan hin av tilvild var uttanfyri bygningin, hesin varð avrættaður við einum skoti í høvdið, meðan hann lá særdur á vegnum. Teir báðir yvirgangsmenninir sluppu til rýmingar, og franska løgreglan jagstraði teir í tvey døgn, til teir vóru funnir og umringaðir í einum bygningi í franska býnum Dammartin-en-Goële, har ið teir høvdu tikið eina kvinnu sum gíðsul. Blaðið Charlie Hebdo er kent fyri at printa satiriskar tekningar av átrúnaðarligum fyrimyndum, eitt nú av profetinum hjá muslimum, Mohammed. Teir báðir ið eru undir illgruna eru víðgongdir muslimar, føddir og uppvaksnir í Fraklandi, við foreldrum ið fluttu til Fraklands úr Algeria.