Anastacia
From Wikipedia, the free encyclopedia
Anastacia (føðinavn: Anastacia Lyn Newkirk) (fødd í Chicago, 17. september 1968)[1] er ein amerikonsk songkvinna og sangskrivari. Hon hevur selt yvir 20 milliónir fløgur síðan hon gav fyrstu fløgu sína, Not that kind, út í 1999. Hon er fødd í Chicago og vaksin upp í New York. Hon skrivaði tann almenna HM-sangin Boom til HM í fótbólti 2002 í Korea/Japan. Hon framførdi sangin beint áðrenn finaluna millum Brasilia og Týskland í Yokohama. Í 2003 fekk Anastacia staðfest bróstkrabba, og síðan hevur hon gjørt eitt stórt arbeiði fyri at økja um kunnleikan til bróstkrabba hjá ungum kvinnum, m.a. við at seta á stovn Anastacia Fund. Meðan hon var í stráluviðgerð fyri krabbamein skrivaði hon sangirnir, sum hon gav út í síni triðju fløgu, sum eitur Anastacia, hon kom út í 2004 og inniheldur m.a. sangirnir Left Outside Alone, Sick and Tired, Heavy on my Heart og Welcome to my Truth.
Anastacia | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 17. sep 1968 í/á Chicago |
Alma mater | Professional Children's School |
Starv | sangari, singer-songwriter, tónleikari, rithøvundur, manufacturer, dressmaker, philanthropist |
Mál | Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://www.anastacia.com/ |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000066550962 |
VIAF | 67613587 |
LCAuth | no2002063814 |
IMDB | nm1049461 |
Commons | Anastacia |