Donald Tusk
From Wikipedia, the free encyclopedia
Donald Franciszek Tusk (føddur 22. apríl 1957 í Gdansk) er ein pólskur politikari, hann hevur verið forsætisráðharri Póllands síðan 2007 til 2014.
Tusk hoyrir til tann liberala flokkin Platforma Obywatelska (Borgaraplattformurin). Í 2005 tapti hann forsetavalið móti Lech Kaczyński[1]. Tusk gjørdist forsætisráðharri eftir at flokkurin vann stóran sigur á valinum í 2007. Hann varð settur sum forsætisráðharri Póllands hin 16. november 2007[2].
Í mai 2010 gjørdist hann vinnarin av ársins Karlamagnusar virðisløn[3], sum er ein evropisk virðisløn, sum er høgt í metum.
Hann varð valdur til forseta í Evroparáðnum hin 30. august 2014, hann vann yvir danska forsætisráðharran, Helle Thorning-Schmidt[4][5][6].
Í 1978[7] giftist hann Małgorzata Sochacka[8]. Tey hava tvey børn saman, sonin Michał[9] og dóttrina Katarzyna[10].