Grand Forks
From Wikipedia, the free encyclopedia
Grand Forks er ein býur eystarlaga í amerikanska stakríkinum North Dakota.
Skjót fakta Kort, Grunddáta ...
Grand Forks, North Dakota | |
---|---|
Kort | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Lutstatur: | North Dakota |
Grundlagdur: | 1870 |
Vídd: | 52,03 km² |
Íbúgvar (2019): | 55 839[1] |
fyri km²: | /km² |
Heimasíða: | grandforksgov.com Archived 1998-11-11 at the Wayback Machine |
Lat aftur
Hann er triðstørsti býurin í statinum, aftan á høvuðsstaðin Bismarck og størsta býin Fargo, sum liggur sunnan fyri Grand Forks.
Í sjálvum býnum búgva um leið 55 túsund fólk; tó búgva har fleiri enn 100 túsund fólk íroknað forstaðir og útjaðaran av býnum ("metropolitan area"). Áin Red River of the North rennur beint fram við miðbýnum. Hinumegin ánna liggur grannabýurin East Grand Forks, sum er staddur í stakríkinum Minnesota.
Lærdi háskúlin University of North Dakota (stytt UND) er staddur í Grand Forks. Hann er elsta lærdi háskúlin í stakríkinum.