Hinduisma
From Wikipedia, the free encyclopedia
Hinduisma er ein heimsátrúnaður. Indiska trúgvin, hinduisma, varð grundað fyri fleiri enn 5000 árum síðan. Hindar trúgva á nógvar gudar, og flestu hindar trúgva á endurføðing. Hindu er persiskt orð fyri India. Kendasta teknið hjá hinduismuni er orðamyndin OM, ið er gud á okkara máli.
Átrúnaðurin hevur ongan stovnara og ongar skrifitir [1], men ístaðin eru elstu hindulærurnar í Rigvedakvæðunum, ið eru elstu átrúnaðarligu bókmentir í India. Nú eru nógvir hindu trúarflokkar, og tó at teir trúgva á somu gudarnar, hava teir tó ikki somu trúgv. Tað, sum eyðkennir hinduisma, er karma, læran at fólk eru merkt av, hvat ið tey gjørdu í undanfarnum lívum, og hvat ið tey fara at gera í komandi tíðum. Flestu trúgva, at menniskjan hevur sál, sum ikki doyr, men fer úr einum kroppi í annan. Eru fólk góð, verða tey endurfødd til betri lív, men tey kunnu eisini, eru tey ónd, verða endurfødd sum djór, til dømis skordjór. Tí er tað, at dýr og menniskjur verða mett eins. Tað ræður tí um at gerast betri, so at tað slepst undan endurføðing. Soleiðis kemst í Mokshastøðuna.
Hinduisman lærir, at eingin má sláa í hel ella gera seg inn á onnur [2]. Prestar gera tænastu í templunum. Fólk koma hagar at biðja og ofra blomstur ella mat. Tá ið maturin er signaður, verður hann býttur ímillum tey trúgvandi ella latin teimum fátæku.