Percy Bysshe Shelley
From Wikipedia, the free encyclopedia
Percy Bysshe Shelley (i/ˈpɜrsi ˈbɪʃ ˈʃɛli/;[2] føddur 4. august 1792, deyður 8. juli 1822) var ein av teimum stóru ensku yrkjarunum frá romantikkini, og verður mettur at vera ein av teimum bestu lýrisku yrkjarunum á enskum máli, og ein av teimum ið hevur havt størst ávirkan. Hann var radikalur í sínum yrkingum eins væl og í hansara politisku og sosialu meiningum. Hann gjørdist ikki kendur, meðan hann livdi, men viðurkenningin av yrkingar hansara gjørdist størri og størri við tíðini eftir deyða hansara. Shelley var ein lyklapersónur í einum tøttum ringi av framskygdum skøldum og rithøvundum umframt Lord Byron, Leigh Hunt, Thomas Love Peacock og seinna kona hansara Mary Shelley, ið skrivaði Frankenstein.
Skjót fakta Fødd(ur), Andaðist ...
Percy Bysshe Shelley | |
---|---|
Andlitsmálningur av Shelley, eftir Alfred Clint (1819) | |
Fødd(ur) |
(1792-08-04)4. august 1792 Horsham, Sussex, England[1] |
Andaðist |
8. juli 1822(1822-07-08) (aldur 29) Gulf of La Spezia, Kongsríki Sardinia (nú Italia) |
Starv | Skald, leikritahøvundur, essayistur, skaldsøguhøvundur |
Alma mater | University College, Oxford (onki prógv) |
Bókmentarørsla | Romantikkin |
Hjúnafelagi |
Harriet Westbrook (g. 1811–1816; deyða hennara) Mary Shelley (g. 1816–1822; deyða hansara) |
| |
Undirskrift |
Lat aftur